Menu
mikladalur
Mikladalur er elligomul bygd. Fara vit nøkur hundrað ár aftur í tíðina sæst, at tá ið seyðabrævið varð skrivað í 1298, er Mikladals bygd nevnd í sambandi við ásetta skipan av seyði og hundum. Í bók síni Færøske Kongsbønder vísir Anton Degn á allar festarar aftur til 1584, og í tingbókini lesa vit, at í 1646 varð ting sett í kirkjuni og í kirkjugarðinum. Alt hetta bendir á, at bygdin er elligomul.
Úr gomlum døgum hevur bygdin verið búnaðarbygd burturav, men tá komið var út í nítjandu øld, verður Mikladalur mettur at vera gott útróðrarpláss; helst tí, at róðurin var stuttur út á Norðhavið. Menn komu úr øðrum bygdum at rógva út, og fiskurin varð avreiddur og virkaður víðari á fiskastykkjum í bygdini. |
Mikladalsmenn hava frá gamlari tíð havt nógva fuglaveiði – og hetta hevði stóran týdning fyri húsarhaldið langt upp í farnu øld.
Mikladalur er kendur fyri at hava fostrað nógvar hegnismenn. Her vóru jarnsmiðir, bátasmiðir, grótsmiðir og ikki at gloyma allar listamenninar, ið hava sínar røtur í Mikladali. Ferðasambandið er nógv broytt í 20. øld. Fyrst í øldini vórðu fólk og farmur flutt við árabáti; seinni við smáum deksbátum 2 ferðir um vikuna. Í seinru helvt av øldini vórðu størri bátar brúktir, og fleiri túrar sigldir. Í 80’unum fekk Mikladalur vegasamband, og øll samferðsla eftir sjónum helt uppat. Skúlin í Mikladali varð bygdur á 1885. Frá umleið 1870 til 1926 var bert ein lærari í oynni, sum hevði frálæru upp á skift í øllum fýra bygdunum. Í 1926 varð oyggin býtt sundur í 2 skúladømi, og tá varð Marius Johannesen settur sum lærari í Mikladali og Trøllanesi fram til 1953. |
Kirkjan er gomul í Mikladali. Hon verður nevnd í 1646 og 1709. Nýggj kirkja verður bygd í 1820 og 1859. Hon varð umbygd í 1915 og fekk nógvar ábøtur í 2012.
Í 1883 varð Mikladals sóknar fráhaldsfelag stovnað av Absalon á Trøllanesi, táverandi lærara í oynni. Áðrenn hetta var eitt mátarhaldsfelag í sóknini. Fráhaldsfelagið, sum framvegis er virkið, útvegaði sær felagshús - Innistovu í Mikladali - í 1957. Húsini eru nú karmur um felagsarbeiði hjá felagnum og eru nógv útleigað til ferðandi bólkar og onnur tiltøk í oynni. Hetta felag hevur gjørt, at bygdirnar Mikladalur og Trøllanes eru kendar fyri at vera avhaldsbygdir. |
Søgan um Kópakonuna í Mikladali er vælkend millum manna – serliga síðan standmynd av Kópakonuni varð reist á Stórakneysa í fjøruni í Mikladali í 2014. Henda standmynd er væl vitjað bæði av føroyskum og útlendskum ferðafólki.
Í Mikladali eru eisini aðrar kendar frásagnir sum tær um Páll Fanga, Marjunarhav og Andrasar Símun. Umframt fjøruna, neystið og Kópakonuna er Myllhúsið, Smiðjan í Norðnástovu, Kirkjan og Viðalundin verd at vitja. Sambært Hagstovu Føroya búgva 29 fólk í Mikladali í 2015. |
Myndir úr Mikladali
Snarvegir
|
|