Visit Kalsoy
Menu

Kalsoy

Picture
Kallsoyggin sunnanífrá

Kalsoy

Kalsoyggin er ein smøl norður-suðurgangandi fjallarøð og ikki javnt høg.
 
Vestursíðan hevur høg bjørg, brattar líðir og skorar. Eystursíðan er grønari og ikki so brøtt. Á oynni eru 11 dalar. Oyggin verður høgligari longur suður, komið verður.




Picture
Kallsoygin norðanífrá
Billede
Kallsoyggin hevur eitt ríkt fuglalív

Ein fuglarík oyggj

Í Kalsoynni er nógvur haga- og landfuglur. Norðantil er eisini nógvur bjargafuglur. Plantulívið er áhugavert og fleiri sjáldsamar plantur finnast bæði við Galvin og í norðasta parti av oynni.
Nestindur er hægsta fjall 787 m.

Fýra bygdir

Fýra bygdir eru á Kalsoynni. Sunnast er Syðradalur, síðan Húsar, Mikladalur og norðast er Trøllanes. Allar liggja á eystursíðuni. Á vestursíðuni yvir av Syðradali var fyrr ein bygd, nevnd Blankskáli.
 
Syðradalur og Húsar hoyra til Húsa kommunu, men Mikladalur og Trøllanes eru partur av Klaksvíkar kommunu.
Hagstova Føroya upplýsir í 2015, at seks fólk búgva á Syðradali, 40 á Húsum, 29 í Mikladali og 16 á Trøllanesi.
 
Bilferja siglir fleiri ferðir dagliga millum Klaksvík og Syðradal. Vegasamband er til allar bygdir. Millum Húsar og Mikladal eru 3 tunlar og millum Mikladal og Trøllanes er ein tunnil. Hesin tunnilin hevur ein teym út í Djúpadal, sum liggur millum Mikladal og Trøllanes.
Picture
Kallsoyggin er brøtt norðantil
Billede
SAM er farleiðin til Kallsoynna
Billede
Á Kallsoynni eru nógvir tunnlar
Billede
Billede
Picture
Picture

​Villingadalstunnilin frá 1979 er sunnastur og er 1.193 m. Næstur er Ritudalstunnilin frá 1980, sum er 683 m. Triði er Mikladalstunnilin frá 1980, sum er 1.082 m, og fjórði er Trøllanestunnilin frá 1985, sum er 2.248 m. Teymurin út í Djúpadal er 220 m.
 
Minnisvarði frá 2000 yvir sjólátin er á Syðradali, og standmyndin av Kópakonuni frá 2014 er í fjøruni í Mikladali. Smáir skúlabygningar eru í øllum bygdum. Kirkja er á Húsum og Mikladali. Salurin Malta hjá Brøðrunum er í Mikladali. Lítil FSF-leikvøllur er á Húsum og í Mikladali. Campingpláss er í Mikladali. Ein viti er sunnan fyri Syðradal og ein norðast á Kallinum. Gomul mylna og smiðja eru í Mikladali. Felagshús eru á Húsum og Mikladali.
 
Smoltstøð er í Knúsdali millum Syðradal og Húsar, Matsøla er á Húsum, Summarkaffistova er í Mikladali, og Kiosk og Smiðja er á Trøllanesi.


Billede
Kallsoyggin sunnanífrá

Snarvegir

Kalsoy
Syðradalur
Húsar
Mikladalur
Trøllanes
Ferðasamband
Kalsoyarrenningin
Kópakonan í Mikladali
Søgnin um Kópakonuna
Verkætlanin Kópakonan
Um okkum
Ljóðfílur
Myndasavn
Filmar
Webcam

Tíðindaskriv

Melda teg til tíðindaskriv
melda til her

Billede
Billede
Billede
Billede

  • Heim
  • Kalsoy
  • Syðradalur
  • Húsar
  • Mikladalur
  • Trøllanes
  • Kópakonan í Mikladali
  • Søgnin um Kópakonuna
  • Verkætlanin Kópakonan
  • Marjunar hav
  • Kalsoyarrenningin
  • Um okkum
  • Ferðasamband
  • Ljóðfílur
  • Myndasavn
  • Filmar
  • webcam
  • Heim
  • Kalsoy
  • Syðradalur
  • Húsar
  • Mikladalur
  • Trøllanes
  • Kópakonan í Mikladali
  • Søgnin um Kópakonuna
  • Verkætlanin Kópakonan
  • Marjunar hav
  • Kalsoyarrenningin
  • Um okkum
  • Ferðasamband
  • Ljóðfílur
  • Myndasavn
  • Filmar
  • webcam