Visit Kalsoy
Menu

Kalsoyarrenningin

Ver við í Kalsoyarrenningini 2016

Leygardagin 20. september 2015 skipaði Treysti á áttanda sinni fyri sera væl umtóktu Kalsoyarrenningini, har runnið varð frá ferjuleguni á Syðradali til Trøllanesar.


Rutan




Byrjað verður frá ferjuleguni á Syðradali...
Billede
Billede

Billede
Billede


...og málið er á Trøllanesi


Eins og undafarin ár verður talan ikki um eina rennikapping, men um ein hugnaligan rennitúr. Onkur gongur og onkur tekur eisini túrin á súkklu. Undirtøkan hevur altíð verið góð, og øll eru á einum máli um, at hetta er ein fínur túrur, sum eigur at vera á hvørjum ári. Vit royna tí aftur í ár, sjeynda árið á rað, og vóna at luttøkan verður góð.
Billede
Billede

Billede
Billede
Sam” siglir av Klaksvík kl. 10.00 til Syðradals, og byrjað verður at renna næstan beinanvegin komið verður í land á Kalsoynni. Runnið verður frá ferjuleguni og norður til Trøllanesar. Teinurin norður til Trøllanesar er 16,5 kilometrar og verður runnið ígjøgnum allar fýra tunlarnar. Luttakararnir verða tí bidnir um at hava lummalykt/pannulykt við.

Teinurin áðrenn fyrsta tunnilin er umleið 7 kilometrar. Restina av teininum er størri parturin ella umleið 5,5 kilometrar í tunli. Í øllum tunlunum eru endurskinsskelti úti í síðunum, sum hjálpa væl, tá ið lykt verður brúkt. Allir tunlarnir hava mótbrekku á veg norðureftir. Mótbrekkunar í tunlunum flatna fyri hvønn tunnil norðureftir. Vegbreytin í onkrum tunli er rættiliga ósløtt, og tí verða rennararnir bidnir um at vera varnir.

Tá komið er í mál á Trøllanesi verður góður biti, kaffi/te og køkur at fáa í vakra gamla skúlanum har. 
 
"Sam" siglir av Syðradali aftur kl. 14:30 og kl. 17:35.
 
Fyri tey, ið hava hug at fáa nakað eyka burtur úr hesari ferð, verður skipað fyri útferð til Mikladals at vitja "Kópakonuna", og har fer Markus Í Norðnástovu at siga søgnina um Kópakonuna. Í Mikladali verður eisini kaffi og okkurt at fáa afturvið. Bussurin hjá Bygdaleiðum koyrir kl. 17.05 úr Mikladali.
 
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo), og har kann bert gjaldast við gjaldskorti (DANKORT).

Freistin at melda til er úti hóskvøldið 18. september á miðnátt !
 
Runnið kann verða soleiðs:
 
1. Kalsoyar Renning kr. 150,-
2. Kalsoyar Renning og Kópakonan kr. 200,-
 
Hava tit spurningar, kunnu tit ringja til Gutta á 230210.
 
Minnist til: Lummalykt/pannulykt, endurskin og skiftiklæði.

Myndir frá kalsoyarrennigini 2015

Snarvegir

Kalsoy
Syðradalur
Húsar
Mikladalur
Trøllanes
Ferðasamband
Kalsoyarrenningin
Kópakonan í Mikladali
Søgnin um Kópakonuna
Verkætlanin Kópakonan
Um okkum
Ljóðfílur
Myndasavn
Filmar
Webcam

Tíðindaskriv

Melda teg til tíðindaskriv
melda til her

Billede
Billede
Billede
Billede

  • Heim
  • Kalsoy
  • Syðradalur
  • Húsar
  • Mikladalur
  • Trøllanes
  • Kópakonan í Mikladali
  • Søgnin um Kópakonuna
  • Verkætlanin Kópakonan
  • Marjunar hav
  • Kalsoyarrenningin
  • Um okkum
  • Ferðasamband
  • Ljóðfílur
  • Myndasavn
  • Filmar
  • webcam
  • Heim
  • Kalsoy
  • Syðradalur
  • Húsar
  • Mikladalur
  • Trøllanes
  • Kópakonan í Mikladali
  • Søgnin um Kópakonuna
  • Verkætlanin Kópakonan
  • Marjunar hav
  • Kalsoyarrenningin
  • Um okkum
  • Ferðasamband
  • Ljóðfílur
  • Myndasavn
  • Filmar
  • webcam