Visit Kalsoy
Menu

Syðradalur

Nakrar fáar staðfestingar um Syðradal

Picture
Bygdin lá áður á vestursíðuni og æt Blankskáli, men vegna skalvalop á vári í 1809 fluttu blankskálafólk millum 1810 og 1816 eysturum til Syðradals at búgva av tí, at har er eingin vandi fyri skalvalopi. Eingin mansskaði hendi av lopinum. Fýra hús vóru á Blankskála, og har búðu 29 fólk tá. Tá ið liðugt var at flyta til Syðradals í 1816, vóru 5 hús. Fimta húsið varð nevnt ”har Uppi” og kom samstundis, sum blankskálafólk fluttu (Jens, portørur er úr hesum húsunum). Tey 4 blankskálahúsini, ið fluttu, eita: Dungin (bóndahúsið), Miðstovan (Poul Jakki og Jóa), Lykkirshús (Erna og Ólavur) og Inni í Húsi (Kristin, Marius og Asbjørn).
Lívsgrundarlagið undir bygdini vóru 16 merkur og 12 gyllin. Av hesum kongs: 6 m og 4 gl. Áseyðatalið var 360 og neytatalið  12 – 14.
 
Upp gjøgnum nítjandu øld komu 3 hús aftrat: ”Inni har Úti” (Erik og Poulina), einasta hús, har fólkini búgva fast alt árið,  ”Á Gjónni” (Brúgva Jákup) og ”Uppi hjá Klæminti”. So um 1900 vóru 8 sethús og  skúli (bygdur í 1886).
Picture
Picture

Næstu 46 árini komu 5 hús aftrat. Einki hús er komið síðani 1946. Bakkahúsini vóru bygd í 1913 (norðara húsið), men Julius Jacobsen bygdi syðra húsið í 1946. Tá var fólkatalið vaksið til u.l. 75 fólk.  Nú eru 4 fólk eftir.

Mangan hevur verið talað um, hví tey ikki bygdu niðri á bakkanum frá fyrstan tíð. Eingin veit við vissu, hvør orsøkin var, men tað vóru ófriðartíðir tá (Napoleonkríggið, brillumaðurin í Tórshavn). Summi halda, at tey bygdu uppi á Dalinum, tí tá bar til at bera tøðini omaneftir.
 
Í slupptíðini hoyrdu 2 skip til Syðradal: M/S Bjørgvin (Julius Clementsen á Dunganum) og M/S Gudrun (Inni í Húsi). Fleiri syðradalsmenn vóru skiparar á t.d. Klaksvíks - og Havnaskipum. Syðradalsmenn vóru við sluppunum um summarið, og veturin varð nýttur til útróður við maskinbátum. Bygdin fekk el - orku frá SEV í 1966 og ferjulegu í 2005.
 
Pátrúgvin var nógv fyrr í tíðini, so á Syðradali eru  fimm íbygdir steinar, tveir í  sjálvari bygdini, tveir  í bønum og ein uttan fyri garðarnar. Ikki er sørt, at fólk hava sæð okkurt við og kring hesar steinar.
 
Minnisvarðin á Syðradali yvir deyð á sjónum varð reistur í 2000 – og er eina vitjan verdur. Í bygdini er alment wc og brúsa. Og skúlin í bygdini er karmur um skeið í handarbeiði um várið.
 
Sambært Hagstovu Føroya búgva seks fólk á Syðradali í 2015.

Syðradalur hátíðarhelt sín 200 ára dag í juli 2016.




Billede
Billede

Myndir av Syðradali

Snarvegir

Kalsoy
Syðradalur
Húsar
Mikladalur
Trøllanes
Ferðasamband
Kalsoyarrenningin
Kópakonan í Mikladali
Søgnin um Kópakonuna
Verkætlanin Kópakonan
Um okkum
Ljóðfílur
Myndasavn
Filmar
Webcam

Tíðindaskriv

Melda teg til tíðindaskriv
melda til her

Billede
Billede
Billede
Billede

  • Heim
  • Kalsoy
  • Syðradalur
  • Húsar
  • Mikladalur
  • Trøllanes
  • Kópakonan í Mikladali
  • Søgnin um Kópakonuna
  • Verkætlanin Kópakonan
  • Marjunar hav
  • Kalsoyarrenningin
  • Um okkum
  • Ferðasamband
  • Ljóðfílur
  • Myndasavn
  • Filmar
  • webcam
  • Heim
  • Kalsoy
  • Syðradalur
  • Húsar
  • Mikladalur
  • Trøllanes
  • Kópakonan í Mikladali
  • Søgnin um Kópakonuna
  • Verkætlanin Kópakonan
  • Marjunar hav
  • Kalsoyarrenningin
  • Um okkum
  • Ferðasamband
  • Ljóðfílur
  • Myndasavn
  • Filmar
  • webcam