Menu
Verkætlan fyri uppsetan av
Kópakonuni á helluni í Mikladali
“Lat’ okkum uppliva Føroyalands sagn”
Sigur S.M. Zachariassen í yrking síni til “Føroyingar, landsmenn!”
Og tað er júst í samsvari við hesi orð hansara, at vit hervið fara undir stóru ætlanina um at seta eina áminning úr søgnini um kópakonuna upp á helluni í Mikladali. Menninir, sum hava skipað fyri Føroya sjómannadegi, hava havt og hava framvegis eina visión um, at skal okkum í Norðoyggjum bera til at bjóða fram eitt livandi samfelag til komandi ættarlið, so er neyðugt, at vit sjálv eru góð við økið og alla tíðina liggja framvið at menna og útbyggja býir og bygdir. Ferðavinnan er eitt øki, ið vit meta, at føroyingar sum heild, men ikki minst norðoyingar, eiga at fáa nógv meira burturúr. Henda vinna eigur at vera eitt alternativ og gott ískoyti til fiskivinnuna og tey arbeiðispláss, ið har eru, men eisini eitt alternativ til almennu arbeiðisplássini her á landi. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri okkara øki. Við at seta upp eina standmynd ella eina ikon, ið ger søgnina um kópakonuna sjónliga á helluni í Mikladali, har søgnin hevur livað til dagin í dag, meta vit, at ferðavinnan í Føroyum fær eitt gylt høvi at mennast enn meira. |
Føroya Sjómannadagur hevur fyrr sett upp standmynd av “Egnaranum” á Stongunum, “Fiskafólk” á fiskastykkinum við gomlu skrivstovuna hjá Kjølbro á Gørðum og seinast, “Húkin” í rundkoyringini við Flesjavegin.
Hesa ferð fóru vit undir eitt størri projekt og hava tí valt Hans Paula Olsen myndahøggara, ið sjálvur er ættaður av Kalsoynni, at evna standmyndina til. Kópakonan skal standa á Stórakneysa á helluni í Mikladali soleiðis, at hon í illveðri um veturin fer at standa sum drangur í brimi. Eisini her fær Hans Pauli Olsen eina krevjandi uppgávu, tí hon skal sjálvandi standa ímóti ringasta landnyrðinginum á helluni, og tað er ikki bara sum at siga tað. Við í projektinum er eisini ein framkomin kikari, ið skal standa høgligari uppi á bakkanum, soleiðis at ferðafólk, ið fer til Mikladals í illveðri, kann fylgja kópakonuni ígjøgnum brimbrotini á helluni. Tað vil siga, at vit hava hugsað um, at “Kópakonan” skal draga ferðavinnuna at sær bæði á sumri og á vetri. Vit eru ikki í iva um, at verður rætt atborið, eru góðir møguleikar at menna eina vinnu kring hesa íløgu. Her kann hugsast gylt høvi fyri føroyskum dansi, matstøðum, útferðum og náttúruupplivingum. Sagnir, søga og náttúra eru lyklaorð, tá ið um ferðavinnu ræður, og við at varpa ljós á søgnina um Kópakonuna geva vit ferðavinnuni eitt bein afturat at standa á. Fyrireikararnir |
Ein virkin og brennandi listamaður
Tá ið vit, eftir at hava hugsað um verkætlanina í fleiri ár, settu okkum í samband við Hans Paula Olsen myndahøggara, var hann eldhugaður beinanvegin.
Enn hava vit ongan sáttmála við hann, og tó hevur hann longu gjørt stórarbeiði og hevur modellerað kópakonuna, ikki bert sum modell, men so sanniliga eisini í fullari stødd ella hálva aðru ferðir mansstødd. Á myndini uttast høgrumegin sæst Elinborg Samson, ið ikki er av lægstu kvinnum, standa við síðuna av kópakonuni, ið enn er bjálvað fyri almenninginum. Hans Pauli Olsen, myndahøggari, sum býr í Keypmannahavn, er sjálvur ættaður av Kalsoynni. Tá ið vit vitjaðu hann, vísti hann fram verkætlanir, sum ongantíð vórðu til veruleika, - samstundis sum hann klappaði kópakonuni og segði: “Hesa trúgvi eg uppá”. |
Sterkar náttúrukreftir
Tað er ikki bara sum at siga tað at seta upp eina standmynd á Stórakneysa í Mikladali ytst á helluni. Kópakonan skal nevniliga kunna standa ímóti ógvisligum náttúrukreftum, tí landnyrðingurin sleppur ógvisligari megi leysari her, tá ið harðast leikar á.
Fyri at tryggja okkum so góða fakliga hjálp, sum gjørligt, vendu vit okkum til Landsverk við hesum avbjóðingum. Vit fingu ótrúliga góða móttøku, og aftaná ástaðarfund í Mikladali varð komið til, at neyðugt er at tryggja Stórakneysa, tí hann er partur av gamlari flág omaná helluni í Mikladali. Hetta arbeiði verður gjørt av Landsverk. Afturat hesum komu teknikarar hjá Landsverk fram til, at Kópakonan skuldi standa ímóti 13 metrar høgari aldu, sum í ringasta veðri kann bróta inn ímóti kneysanum, á tekniska málinum rópt 100 ára aldan. Hesar útrokningar eru gjørdar út frá aldumátingunum hjá Landsverki norðanfyri. Tá ið Landsverk var komið til hesa niðurstøðu um náttúrukreftirnar, máttu vit finna okkum fólk við tekniskum innliti at rokna út, hvussu kópakonan skuldi festast og styrkjast, soleiðis at hon kann standa ímóti hesum ógvisligu kreftum. Heri Hammer, býarverkfrøðingur í Klaksvíkar Kommunu vísti okkum á Preben Hansen, verkfrøðing. Eisini Landsverk helt hetta vera eitt heppið val, og tað vísti tað seg eisini at vera. Í góðum samstarvi við Hans Paula Olsen, myndahøggara, hevur Preben Hansen so gjørt útrokningar um styrkina og festið av kópakonuni, sum fara at tryggja, at Kópakonan kann standa ímóti 100 ára alduni í Kalsoyarfirði. |
Snarvegir
|
|