Menu
Trøllanes
Fólkatalið hevur eisini verið skiftandi.Í 18. øld vita vit, at okkurt árið hava verið 20 fólk. Í 19. øld hevur fólkatalið ligið millum 16 og 29 ella í miðal 25 fólk. Í 20. øld er fólkatalið á leið tað sama sum øldina frammanundan, um 25 fólk í miðal. Fólkaríkasta árið er 1955 við 35 fólkum.
Sambært Hagstovu Føroya búgva seksan fólk á Trøllanesi í 2015. At fólk hevur búleikast í bygdini í mong hundrað ár uttan slit kemur óivað av, at livilíkindini í bygdini vóru minst líka góð sum mangar aðrastaðni í landinum, tá ið fólk livdu av tí var fyri hond. Her er tann vanligi fenaðurin neyt og seyður, sum góvu mjólk, kjøt og ull. Harafturat var eisini mongd av fugli, sum var nógv søktur, hann gav bæði kjøt og fjøður. Saman við tí, ið havið gav, sjálvt um umstøðurnar vóru vánaligar at røkja útróður, so var samanumtikið altíð nóg mikið til matna og klædna. |
Trøllanes er fyrstu ferð nevnt í jarðarbókunum, ið taka við í 1584. Tá vóru tveir ymiskir garðar í bygdini. Bryndill Joensen í Innistovu og Anders Olufsen í Útistovu síggja ikki út til at hava nøkur felags ættarsambond, og tí má bygdin haldast at vera væl eldri, men hvussu gomul, hon er, er óvist.
Tað vóru tveir garðar í bygdini í 1585. Somu garðarnir eru enn. Annars hava fleiri bústaðir verið upp gjøgnum árini. Í 18. øld eru fýra bústaðir, fyrst í 19. øld kemur talið niður á tveir, upprunagarðarnar, og vaksa so aftur til fýra. Í 20. øld fellur bústaðartalið til trý, og veksur so aftur seinast í 20. øld til fimm bústaðir. Smiðjan hjá Mikkjal Joensen
Í 19. øld var peningabúskapur at kalla ikki til. Tað, sum gav nakað, var tálg, fjøður, turrur fiskur og tøtingin. Kjøt var ikki søluvøra, men fyrst í 20. øld tók søla av seyðakjøti seg upp; tað vóru reiðaravirkini á Tvøroyri, sum keyptu turt kjøt til skipsproviant. At tað var lokkandi at búgva í eini fjarskotnari bygd, sum illa slapst til bæði frá sjónum og eftir landinum eru nógv dømi um. Vit síggja, hvussu menn úr øðrum nógv liviligari bygdum, so sum av Eiði, úr Fuglafirði, Tórshavn, Syðradali á Kalsoynni, av Viðareiði ella aðrastaðni, eru framvið, tá festiskifti eru, ella gifta sær garðar til. Við 20. øld kom peningabúskapurin meira inn í myndina. Framleiðslan øktist og við henni inntøkan, somuleiðis sum flutningurin bæði til og frá øktist munandi. Tað hevði ikki borið til í longdini, so tá ið vegasambandið kom í 1985, var tað í tøkum tíma. Við ongum vegi hevði longu verið øskukalt. Í dag er ferðavinnan eitt gott ískoyti aftrat landbúnaðinum. Á Trøllanesi er kend frásøgn um Giðju, sum jesaði trøllini burtur. Umframt gongutúr norður á Kallin ella niðan á Nestind er lendingin, kirkjugarðurin, skúlin, gamla smiðjan og nýggja smiðjan verd at vitja. |
Myndir av Trøllanesi
Snarvegir
|
|